Havnar Svimjifelag venjara úr Portugal

Fyrrverandi portugisiski landsliðsvenjarin skal nú venja Havnar Svimjifelag

Portugisiski landsliðsvenjarin hesi seinastu seks árini,Rui Magalhães, verður nú venjari hjá Havnar Svimjifelag

 

Tað sigur felagið í tíðindaskrivi í kvøld.

 

Felagið heldur seg hava gjørt ein rættiligan fong, nú tað hevur eydnast at fáa sáttmála við 46 ára gamla, Rui Magalhães, sum var tøkur á marknaðinum, eftir at hava vant portugisiska landsliðið seinastu seks árini.

 

Svimjararnir kunnu gleða seg til at fáa ein væl skikkaðan venjara, sigur Havnar Svimjifelag.

 

Umframt landsliðsroyndir, hevur nýggi venjarin drúgvar royndir sum høvuðsvenjari í Sport Algés e Dafundo, SAD, í Lissabon í heili 16 ár.

 

Rui Magalhães, sum er bachelor í ergonomi, er fyrrverandi toppsvimjari og hevur hægstu svimjivenjaraútbúgving í Portugal.

Í sambandi við at Havnar Svimjifelag hevur havt 15 kappsvimjarar á venjingarlegu í Reykjavík seinastu vikuna, hevur nýggi venjarin verið og vitjað og eygleitt svimjararnar, tá ið hesir kappaðust á Reykjavík International Games, RIG.


Rui Magalhães byrjar í starvinum 1. februar, sigur felagið.

 

 


Á myndini heilsast nýggi høvuðsvenjarin hjá Havnar Svimjifelag, Rui Magalhães, vm, og formaðurin í felagnum, Erling Eidesgaard, eftir at hava undirskrivað sáttmála.