Havnar Svimjifelag vann mest

Og ein svimjari frá Reka í Leirvík, sum ikki hevur verið við í kappingum í eini átta ár, streyk avstað við einum gullmerki

Fríggjakvøldið og leygardagin var árliga svimjikappingin í Fuglafirði, FS Stevnan, og upp móti hálvtannaðhundrað svimjarar í bólkunum 1, 2 og 3 vóru við í kappingini, sum Fuglafjarðar Svimjifelag skipaði fyri.
Hetta eru tey, sum eru 12 ár og yngri, og hetta var triðja kappingin av átta í vetur fyri hesar aldursbólkarnar.
Øll feløgini uttan Vágs Svimjifelag vóru við, tí tey settust aftur av ringa veðrinum, ið var um Suðuroyarfjørð fríggjakvøldið.
Serliga frøddust fyrireikararnir um at síggja svimjarar frá Reka í Leirvík aftur í kapping, tí tað munnu vera eini átta ár síðani seinast.
Enntá eydnaðist einum svimjara úr Leirvík at vinna gull, men annars var tað Havnar Svimjifelag, ið gjørdist mest vinnandi felagið.
Kappingin byrjaði um 9-tíðina fríggjakvøldið og endaði seinnapartin leygardagin.
Í bólki 1 var Hildibjørg Joensen úr Tvøroyrar Svimjifelag mest vinnandi svimjarin hjá gentum við trimum gullmerkjum, og hjá dreingjum vann Erling Jacobsen úr Skeggjum fýra gullmerki.
Bjørg Seloy og Høgni Miné Rasmussen úr Havnar Svimjifelag gjørdust stóru vinnarrnir í bólki 2 við fimm gullmerkjum í part.
Og hóast ikki so nógvir svimjarar vóru við í bólki 3, sum eru tey yngstu ? frá átta árum og niðureftir ? var kappingin spennandi. Og her var tað, at Heðin Olsen úr Reka vann sítt gullmerki, sum var í 33 metra frísvimjing.

Vunnin heiðursmerki á FS Stevnuni í Fuglafirði:
Havnar Svimjifelag: 16 gull, 12 silvur, 9 bronsu
Skeggjar, Gøta: 10 gull, 10 silvur, 7 bronsu
Tvøroyrar Svimjifelag: 6 gull, 2 silvur, 4 bronsu
Fuglafjarðar Svimjifelag: 3 gull, 7 silvur, 7 bronsu
Flot, Toftir: 3 gull, 4, silvur, 6 bronsu
Reki, Leirvík: 1 gull
Ægir, Klaksvík: 1 bronsu