Havnar Svimjifelag nýggjan formann

Erling Eidesgaard er valdur sum formaður í Havnar Svimjifelag

Havnar Svimjifelag hevur fingið nýggja nevnd við Erling Eidesgaard sum formanni.

 

Ein fullkomin útskifting er farin fram í nevndini, og tað bleiv avgjørt á eykaaðalfundinum hjá felagnum, sum var tann 9. oktober.

 

Fyrr í hesi vikuni bleiv nýggja nevndin í Havnar Svimjifelag skipað við Erling Eidesgaard sum formanni og Eiriki Hofgaard sum næstformanni.

 

Harafturat er Leivur Michelsen peningarøkil, Annika Anthoniussen, skrivari, og Rannvá G. Rasmussen, nevndarlimur.