Havnar Svimjifelag fyllir 75

Í ár eru 75 ár liðin, síðani Havnar Svimjifelag varð sett á stovn. Leygardagin 16. november verður føðingardagurin hildin í svimjihøllini í Gundadali við tiltøkum í hyljunum fyri limum og innbodnum gestum og móttøku fyri almenninginum.

Stóra ynskið hjá nevndini er, at Tórshavnar Kommunu nú ger álvara av ætlanunum um 50 metra hyl í høvuðsstaðnum. Ein ætlan, har kommunan nú hevur sett 10 mió kr. Av til fyrireikingar.

 

 

Leygardagin 16. november skipar Havnar Svimjifelag fyri jubileumstiltaki í Svimjihøllini í Gundadali. Leygarmorgunin fara kappsvimjararnir í felagnum at morgunvenja og eta morgunmat saman. Klokkan 12-15 fara børn 12 ár og yngri í skúlaaldri úr Havnar Svimjifelag og øðrum feløgum í landinum at spæla sær í hyljunum. Hesin parturin av tiltakinum verður fyriskipaður í samstarvi við Svimjisamband Føroya. Millum klokkan 15-17 er sjálv móttøkan fyri almenninginum við fotoframsýning, tónleiki, talum og onkrum leskiligum at eta og drekka. Og frá klokkan 17-20 verður ein sokallað Masters-kapping við eldri svimjarum.

Í tíðindaskrivi sigur nevndin ,at øll við áhuga fyri svimjing eru sjálvandi hjartaliga vælkomin frá klokkan 15-17 til almennu móttøkuna hjá felagnum.