Havnar Sjónleikarfelag

Skal nú gera meiri fyri limirnar

Nú Havnar Sjónleikarfelag fyllir 80 eru ikki bert stórar ætlanir við umbygging av Sjónleikarhúsinum. Felagið ætlar eisini at gera meiri fyri limirnar.

Tað skal nú loysa seg at vera limur í Havnar Sjónleikarfelag og at hava limaviðurskiftini í lagi. Felagið hevur m.a. gjørt persónlig limakort, sum geva fyrimunir í nógvar mátar. Serliga væl kemur tað limunum helst við, at teir nú fáa 50% í avsláttri til øll tiltøk, sum felagið skipar fyri. Neyðugt er bert at vísa kortið fram, tá atgongumerki verður keypt.

Eisini á annan hátt verður limakortið ein fyrimunur. Um talan er av leigu av húsinum til eitthvørt endamál, tað veri seg fundir, skeið, føðingardagar ella líknandi, verður eisini latið 50% í avsláttri av leiguprísinum fyri húsið.

Eitt annað, sum nevndin nú fer undir, er at kunna limirnar um, hvat fer fram í felagnum. Hetta verður gjørt við einum skrivi, sum verður sent limunum einaferð um ársfjórðingin.

Til ber hjá áhugaðum at gerast limir við at venda sær til nevndina ella bert fáa ein verandi lim at gera hetta fyri seg.