Havnar Sangfelag í Kommunuskúlauluni í Havn í 1961 í samband við at S.H. Jacobsens Radiohandil gav út tvær EP-plátur við føroyskum sangum.
Havnar Sangfelag var stovnað 25. juli 1925 og byrjaði sítt virksemi í oktober mánað sama ár. Stovnarar vóru: Jógvan Waagstein, Herluf Lützen, Johan Mikkelsen, Edvard Mitens, Helena Kragesteen, Magnhild Simonsen og Sofía Petersen.
Orsøkin til at felagið varð stovnað, var at eitt danskt studentafelag sum skuldi koma á sangferð, vildi helst hava eitt sangfelag at koma til. Samb. Dimmalætting búðu bert 2665 fólk í Havn í 1925. Tá hevur ikki verið so nógv fólk at taka av. Møguliga var hetta fyrsta sangkór í Havn.