Nógv prát hevur verið seinastu árini um, at kappróðurin er í einum aldudali, at kappróðurin er í kreppu, og at okkurt skal gerast, um kappróðurin ikki skal doyggja út. Men líkt er til, at kreppan ikki er komin til høvuðstaðarumráðið. Á Argjum hava tey minst tíggju manningar, og í RK eru minst sjey bátar mannaðir. Í Havnar Róðrarfelag er støðan ikki øðrvísi.
Sum støðan er nú, hava vit um 8-9 manningar. So út frá tí kann sigast, at tað gongur væl at manna bátarnar, sigur nevndarlimur Kirstin Clementsen.
Havnar Róðrarfelag telist millum elstu róðrarfeløg í landinum. Felagið varð stovnað 25.juni 1932, og hýsir eyðkendu hvítu drekastevnunum. Flotin hjá Havnar Róðrarfelag er hesin:
Fimmannafarið Drekin, Sílið og Títlingur seksmannafarið Gongurólvur og Víkingur, áttamannafarið Ørvur og tíggjumannaførini Havnarbáturin og Bláskelin.
Torført at manna stóru bátastøddirnar
Hóast tað hevur gingið væl at manna stóru bátarnar í Argja Róðrarfelag og Róðrarfelagnum Knørri, hevur hetta verið trupult í Havnar Róðrarfelagið.
- Vit eru sera hørm um, at vit ikki hava fingið mannað størru bátarnar enn. Vit hava gjørt fleiri royndir at fáa serliga Havnarbátin mannaðan, sigur Kirstin Clementsen.
Hon leggur afturat, at dreingirnir, ið vunnu FM við Drekanum í fjør fara at gera eina roynd at manna Havnarbátin.
- Hóast teir eru ungir, so hava teir góð evnir, sigur Kirstin Clementsen.
Manningarnar í Havnar Róðrarfelag telja hesar:
Eina smágentu- og smádreingjamanning, eina fimmmannafars dreingjamnanning og eina fimmmannafars kvinnumanning – enn er ikki avgjørt, hvørjum bátum hesi rógva við. Harafturat verður Gongurólvur mannaður við monnum. Verður Havnarbáturin ikki mannaður við Drekadreingjum, rógva teir í einum seksmannafari, sum felagið leigar. Útyvir hesar FM manningar verður Gongurólvur eisini mannaður við oldgirls, eins og Havnarbáturin verður mannaður við oldboys.
Vænta nógv av manningunum
- Sjálvandi vænta vit nógv av okkara rógvarum. Umstøðurnar í neystinum eru so góðar, og vit hava nógvar hjálpandi hendur til manningarnar, sigur Kirstin Clementsen.
Kirstin leggur afturat, at hon væntar, at yngru manningarnar fara at standa seg væl. Eisini væntar hon, at seksmannaførini fara at býta frá sær.
Næstu ferð gongur leiðin til sundalagið, har Sunda Róðrarfelag hevur eina dreingjamanning fyri fyrstu ferð í nógv ár.










