Havnar Róðrafelag leigar Klaksvíking

10 mannafarið Klaksvíkingur rør sum Havnarbáturin restina av kappingarárinum 2008

Í tíðindaskrivi boðar Havnar Róðrarfelag frá, at felagið hevur gjørt avtalu við Klaksvíkar Róðrarfelag um leigu av 10 mannafarinum Klaksvíking.

Manningin á Havnarbátinum hevur í eina tíð hildið sín róður verið nakað tungan. Tað hevur ikki eydnast teimum at fáa ta gongd, sum felagið hevði ætlað og vónað. Eftir ósigurin á norðoyastevnu endurskoðaði manningin støðuna sum heild. Avgjørt varð at royna annan bát fyri á tann hátt at útiloka, at sjálvur báturin ger mun. Fyri at staðfesta um nakar munur var á Havnarbátinum og Klaksvíkingi, og fyri at tryggja sær best møguligar kappingarumstøður, vórðu bátarnir vigaðir og ferðin mál á ymsan hátt.

Manningin hevur við objektivum mátingum staðfest avgjørdan mun á hesum báðum økjum. Havnar Róðrarfelag hevur, grundað á hetta, tikið avgerð um at leiga Klaksvíking.

Sámal Hansen hevur bygt báðar hesar bátar, og hevur lagt eitt stórt arbeiði í at standardisera allar bátar, hann hevur bygt. Hetta er eitt megnararbeiði, sum vit hava stóra virðing fyri. Men eingi hagtøl finnast fyri, hvat kappróðrarbátar viga, ella um annar munur møguliga er á teimum. Sjálvur báturin er ein av faktorunum, sum eru í føroyskum kappróðri. Tað er okkara sannføring, at hesin faktorur kann vera avgerðandi.

- Felagið vónar, hóast hetta, at Havnarbáturin og Ormurin halda áfram at kappast í góðum anda restina av kappingarárinum. Ábendingar eru um, at kappingin kann gerast sera jøvn restina av árinum. Tað er gleðiligt, og vit ynskja báðum manningunum eitt gott kappingarár, sigur Havnar Róðrarfelag.