Havnar Klubbi á odda í billard

Føroyameistarakappingin í billard fyri lið gongur móti endanum. Havnar Klubbi hevur lagt seg á odda undan endaspurtinum í hesi vikuni

Billard:

Oddaliðið hjá Havnar Klubba vann seinasta vikuskifti 6-2 á Tvøroyrar Billardfelag og legði harvið meistaraliðið hjá Klaksvíkar Billardfelag aftur um seg. Nú bert eitt umfar er eftir at spæla, er HK tvey stig framman fyri KBF 1. Á liðnum hjá HK eru Niels Nielsen og Jógvan Jørgensen, og hjá KBF 1 eru Hallur Joensen og Sonhard Johannessen.

Mimir liggur á einum triðjaplássi, tó einans tvey stig framman fyri Klaksvíkar Billardfelag2. Fyri Mim spæla Steinbjørn í Dali og Jan Müller, og á liðnum hjá KBF 2 eru Kristian Sune Høgnesen og Torkild Jacobsen. Aftast í kappingini er Tvøroyrar Billardfelag við Max Rasmussen og Gullok Svalbard. Seinasta vikuskifti var dystur millum Mim og TBF, har Mimir vann við 6-2.

Støðan í stigum er henda: nr. 1 Havnar Klubbi 34 stig, nr. 2 KBF 1 32 stig, nr. 3 Mimir 28 stig, nr. 4 KBF 2 26 stig og aftast TBF við 24 stigum.

Tveir dystir eru eftir at spæla. Mimir skal til Klaksvíkar at spæla móti KBF 1 og Havnar Klubbi skal til Klaksvíkar at spæla móti KBF 2.

Besti spælari í kappingini er Kristian Sune Høgnesen við einum meðaltali upp á nærum 30 eygu. Næstur honum er Hallur Joensen við umleið 22 eygum í meðal, og á triðja plássi er Steinbjørn í Dali við góðum 21 eygum í meðal.

Kappast verður eisini í 2. deild. Har er KBF nr. 1 við 14 stigum. Liðini hjá tvøramonnum og Havnar Klubba hava øll seks stig hvør og hava spælt færri dystir enn oddaliðið.