Triðja sunnudag í advent, sum er í dag, er Havnar Kirkja 225 ár.
Kirkjan hátíðarheldur 225 ára dagin henda sunnudagin. Tað verður við gudstænastu, har biskupur, dómpróstur og prestarnir í dómkirkjuni verða til staðar.
Í nógvum bygdum eru kirkjur bygdar aftur á somu grund, øld eftir øld, men í nýggjari tíð bygdar á øðrum staði, eins og nýggjar kirkjubygdir eru komnar aftrat.
Eisini kirkjan í Havn varð flutt. Tann kirkjan, ið bygd var í 1610, stóð úti á Reyni og var har til 1788. Hetta árið varð nýggj kirkja bygd norðan fyri býin, ið tá var, og her stendur Havnar Kirkja enn. Heldur trongligt man hava verið úti á Reyni.
Andreas Djurhuus, próstur eldri, vígdi Havnar Kirkju triðja sunnudag í advent 1788.
Havnar Kirkja hátíðarheldur 225 ára dagin í dag.
Eftir gudstænastuna í dag verður boðið til ein drekkamunn á Hotel Hafnia.