Havnar Jazz Festival

Ein nýggjur Jazz Festivalur fer at ríka havnagøtur við tónleiki í summar. Heitið verður Havnar Jazz Festival, og tað er Havnar Jazz Felag, ið skipar fyri.


Festivalurin

Eftir at gamli Jazz, fólka og blues festivalurin fór í soguna, er nú ein nýggjur festivalur á gáttini. Tað er Havnar Jazz Felag, sum síðani 1975 hevur skipað fyri konsertum í havnini, ið tekur stig til nýggja festivalin.
Jazz, fólka og blues festivalurin hevur verið hildin á hvorjum ári síðan 1984 undir leiðslu av Brandi Ossursyni, men við tað at Brandur flutti aftur til Danmarkar, eftir at hann fór frá við eftirlon um heystið 2003, er harvið hendan hátíðarstevnan hildin uppat.
Havnar Jazz felag hevur síðani miðvíst arbeitt fyri at stovna ein nýggjan festival, sum skal fylla tað tómrúm, ið gamli festivalurin lat eftir sar. Hetta er gjort i samstarvi við Brandur Ossurson, ið hevur givið sína hjálp og sín stuðul til tiltakið.

Oðrvísi karmar

Nýggi festivalurin far heitið Havnar Jazz Festival, og verður samstundis eitt sindur oðrvísi enn tann gamli. Konsertirnar vera ikki longur hildnar eina í Norðurlandahúsinum eins og undanfarin ár, men í Sjónleikarhúsinum, smarri spalistoðum í Havnini og eisini í Havnargotum. Soleiðis far festivalurin ein meira festivalkendan dám. Dentur verður á hesum fyrsta sinni lagdur á Norðurlendskar og Kanadiskar bólkar.

Novn á festivalinum

Festivalurin verður frá dogunum 28. juni til 4 juli, og nógv spennandi novn eru longu komin á skránna. Nevnast kunnu til domis New Jungle Orchestra (DK), sum hevur verið eitt av allarbestu jazz orkestrum í Europa í nógv ár, og sum nú eru floguaktuellir við Live from Birdland. Heimskenda diskostjornan úr Kanada, Geraldine Hunt, ið millum annað hevur gjort og sungið lagið, Can?t fake the Feeling, verður við á festivalinum. Hon fer her at spala saman við The Arnold Ludvig Trio. Nicolas Hill and The Universals (DK) og Jussi Kannaste Quartet úr Finnlandi.
Eisini er dentur lagdur á at fáa nógv góð foroysk novn á skránna, so sum floguaktuellu ENEKK, Eivor Pálsdóttir, Hans Petur?s kvintett, vísusangaran Hanus Johansen og onnur.