Soleiðis sigur hornorkestrið í tíðindaskriv í sambandi við, at venjingarnar nú byrja aftur. Havnar Hornorkestur er eitt sera virkið felag. Higartil í 2000 hevur Havnar Hornorkestur spælt til umleið 15 ymiskar almennar framførslur. Venjari hjá orkestrinum er Ove Olsen.
13. februar ár 2003 verður Havnar Hornorkestur 100 ár. Hetta verður hátíðarhildið á ymiskan hátt, og heldur orkestrið, at tað hevði verið stuttlig, um TÚ eisini vart við.
Havnar Hornorkestur venur á Havnar Skansa kl. 2000 til 2200, mánakvøld og hóskvøld.
Tey, ið vilja vita meira, kunnu tit ringja til Kára á 316585, Jonhard á 315154, ella Olaf á 315915. Eisini ber til at koma á Skansan áðurnevndu tíðarskeið.