Hetta er vanliga heystkonsertin hjá orkestrinum, og hesaferð verður mest undirhaldstónleikur á skránni - onkur kendur marsjur, popp-løg, sálmar og annað.
Havnar Hornorkestur hevur í heyst havt nýggjan dirigent. Ken Jones úr Wales, og hesa tíðina hevur orkestrið havt stuttar konsertir í Kirkjubø og í Gøtu kirkju saman við Felagskórinum Gøta-Lorvík.
Konsertin sunnudagin verður í Útvarpshøllin kl. 16.










