Havnar Handverkarafelagið hevur stevnt fyrrverandi formanni felagsins, Eyðfinni Petersen. Felagið metir seg hava rætt til ein ágóða hjá fyrrverandi formanninum. Advokaturin hjá Havnar Handverkarafelag vil ikki upplýsa, hvat fyri ágóða talan er um.
Rættarmálið er framvegis í fyrireikandi skeiðnum. Umboð fyri Havnar Handsverkarafelag og Eyðfinn Petersen hava skift um skrivlig skrivligt skjøl, og partarnir fáa nú høvi til leggja síni sjónarmið fram, áðrenn farið verður undir endaliga dómsviðgerðina.
Advokaturin hjá Havnar Handverkarafelag, Ólavur Jákup Kristoffersen, sigur seg vænta, at tað kann taka fleiri mánaðir, áðrenn rættarmálið endaliga verður avgreitt. Vit hava roynt at fingið eina viðmerking frá Eyðfinni Petersen, men uttan úrslit. Vit royna aftur til næsta blað.









