Havnar Handverkarafelag

Gamla nevndin fór ikki sjálvboðin frá, hon fór frá, tí at álitið á formannin var rokið.

Pappír er takksamt og er tað enn einaferð prógva, hetta í forsíðugreinini, ið Georg L. Petersen, hin 2. mai í ár, hevði um frákoyrda formann Havnar Handverkarafelags, Eyðfinn Petersen.

Tí vil eg her, koma við nøkrum rættleiðingum og ískoytum til greinina hjá Georg L. Petersen og aktuellu støðuna sum heild.

Men fyrst og fremst vil eg, sum fyrrverandi næstformaður í Havnar Handverkarafelag, hervið afturvísa einhvørjum pástandi og/ella tíðindum, um at eg havi verið við til og líka lítið vitandi um nakrar ivasamar/óregluligar handlingar og/ella gerðir frá formannsins ella nakrari aðrari síðu, innan nevndina og kann bæði grannskoðari felagsins og nýggja nevndin vátta hetta, eins og vit í felag, nú kunnu staðfesta hvat farið er fram.

Eisini stendur tað einum og hvørjum luttakara á ársaðalfundinum greitt, hvørja støðu nevndin hevði til formannin og at nevndin boðaði frá, at um ikki formaðurin segði seg frá, so fór nevndin.

At mann av áhuga, roynir at føra seriøsan fakfelagspolitikk, men av fólki ið hevur aðra ætlan, verður so dyggiliga førdur »bak ljósi«, er ilt at verja seg fyri.


Greinin 2. mai

Áðurnevnda grein endar við, at siga frá um nú-frákoyrda formann Havnar Handverkarafelags, ið fyri nøkrum árum síðan stóð á odda fyri einum, ið hann kallar »uppreistri« ímóti táverandi formanni felagsins og at »uppreistrarmennirnir« tóku Havnar Handverkarafelag úr Føroya Handverkarafelag og síðan stovnaðu Landsfelag Handverkarana.

Tað er rætt, at vit á ársaðalfundinum í 1997 vóru tríggir mans, ið við tryggum stuðli frá limunum, fingu meirlutan í nevndini og harvið fingu táverandi formann og tveir nevndarlimir frá, (og man hetta vera verðsins demokratiskasti uppreistur, ella kanska ein vissur blaðmaður, spælir sær við orðunum).

Hetta var serstakliga eitt úrslit av stórari misnøgd við táverandi formann felagsins, ið eftir 16 árum við róðrið, var álvarsliga »útbrendur« og eini blokadu móti Tekniska Skúla í Tórshavn, ið hevði við sær, at lærlingar í fleiri mánaðir, ikki blivu skoðaðir til sveinaroyndir sínar og harvið ikki fingu sveinaprógv handa, eftir lokna lærutíð.

At »uppreistrar mennirnir« tóku Havnar Handverkarafelag burtur úr Føroya Handverkarafelag, er ikki rætt, tað var og er ikki nevndini eina, heimilað at taka avgerðir í slíkum stórmálum.

Men var hetta gjørt, eftir at tríggir felagsfundir, ávikavist aðal-, eykaaðal- og limafundur høvdu avgjørt og síðan staðfest avgerðina og var/er hetta eftir míni áskoðan ein fullkomiliga røtt avgerð.

Landsfelag Handverkarana var ikki stovnað av Havnar Handverkarafelag ella av teim sokallaðu »uppreistar monnum« felagsins.

Landsfelag Handverkarana er eitt úrslit av tveimum faktorum, nevniliga diktaturi og einaráðsveldi innan Føroya Handverkarafelag og einum góðum samstarvi ímillum Tvøroyra-, Vágs- og Havnar Handverkarafelag og vóni eg at hesin felagsskapur fer at vara við og mennast.

Uppí Føroya Handverkarafelag, má Havnar Handverkarafelag í hvussu so er ongantíð aftur fara.


Ársaðalfundurin 2000

Ikki fyrr enn statsautoriseraða grannskoðaravirkið ið grannskoðar Havnar Handverkarafelag, legði uppskotið til ársroknskap felagsins og uppskotið til grannskoðara protikollina fyri 2000 fram fyri nevndina, hetta stutt undan ársaðalfundinum og harí gjørdi greitt, at um mann ynskti at grannskoðaravirkið skuldi halda áfram sum grannskoðari hjá felagnum, var ein treyt at formaðurin fór frá og heilt burtur úr nevndini, hetta tí at, av ymiskum orsøkum, ið ikki skulu komast nærmari inná her, men partvís eru nevndar í greinini 2. mai, var alt álit grannskoðaravirkisins, til formann/leiðara felagsins rokið, altso tað var ikki nevndini ið nakað var í vegin við.

Ikki fyrr enn tá, var nevndini, ella rættari sagt, meginpartinum av nevndini, greitt, at ikki alt ruggaði rætt og tað langt frá.

Partar av nevndini vóru síðani á fundi við grannskoðaranum og fingu har at vita hvussu »álvarslig« støðan var og varð tá avtalað at arbeiðast skuldi tætt saman í hesum máli hetta fyri at fáa formannin frá og harvið »bjarga felagnum«.

Eftir henda fund, var nevndin (ein nevndarlimur var burturstaddur) á einum máli um, at á aðalfundinum krevja, at formaðurin legði frá sær alt fyri eitt og um hann ikki gekk hesum kravi á møti, skuldi øll nevndin leggja frá sær.

Formaðurin noktaði sum kunnugt, at leggja frá æsr og úrslitið var hareftir, nevnliga at hinir 4 nevndarlimirnir, har ímillum undirritaði, søgdu nevndarsessinar frá sær.

Hetta var gjørt í teirri vón, at formaðurin tá fataði álvaran í málinum møguliga broytt støðu sína, men so var ikki.

Grannskoðaravirkið boðaði somuleiðis frá, at tað ikki ynskti at halda áfram sum grannskoðari felagsins longur.

Eftir hetta eydnaðist á fundinum, við neyð og deyð, at fáa 4 nýggjar nevndarlimir og 2 eykalimir, men ongan grannskoðara.

Trupulleikin er nú loystur og eg gangi út frá, at sama grannskoðaravirkið sum áður, heldur áfram?

Altso tað er ikki rætt, sum Georg L. Petersen skrivar at enda í grein síni, at »uppreistrarmennirnir« eru settir frá, einasta orsøk til at nevndin fór frá, er tí at formaðurin noktaði at fara og er hann annars einasti av »uppreistrar monnunum« ið er settur/koyrdur frá.

Tað er heldur ikki rætt, at grannskoðarin noktaði at góðkenna ársroknskapin, hann skrivaði undir roknskapin við fyrivarni. Sama fyrivarni sum grannskoðarin skrivaði undir við, skrivaði undirritaði, saman við øðrum í nevndini, undir við.

Tað er sera hugstoytt, at ein so ovurhonds dugnaligur fakfelags(for)maður, sum mann alla tíðina hevur stuðlað 100% fer aftur um ryggin á stuðlum sínum og á tann hátt fellur, men her er enn einaferð prógvað, at mann liggur sum mann reiður sær.

Eg ynski nýggja formanninum Eli Brimsvík og restini av nevndini vælkomna til og blíðan arbeiðsbyr, eins og eg ynski nýsetta skrivaranum góðan arbeiðshug.

At enda má eg skoyta uppí, at við tað at eg ikki eri staddur í Føroyum og mær harvið bert eydnast at fáa fatur á onkrum hissini føroyskum tíðindablaðii, biði eg um umbering fyri, um okkurt ið rættað er, ella borið er fram fyrr, endurtekur seg í hesi grein míni.

Við fakfelagskvøðu.


Árni Háldal/

f.v. næstform.ini.

Samanumtikið er tí mangt sum bendir á, at eitt framhald av verandi skipan hevði verið ein fyrimunur fyri bæði Danmark og Føroyar.


Sjúkradagpengar og vanlukkutrygging

Skipanirnar um hesi øki fara í grundregluni at halda fram óbroyttar.

Tað er kortini ein stórur trupulleiki í verandi skipan, at føroyingar, sum hava arbeitt í Grønlandi, og sum flyta haðani til Danmarkar, (eins og danir ið flyta øvugtan veg), ikki koma undir tryggingarreglarnar í nøkrum av teimum trimum ríkispørtunum.

Tí hava fyrisitingarnar Føroyum og Danmark fyrireikað eina skipan, sum skal tryggja, at viðurskiftini verða skipað so, sum tey eru sambært tí norðurlendska sáttmálanum. Hesin tryggjar, at tað aldri er ivi um, undir hvørjari lóggávu ein persónur er. Her hevði tí verið talan um ein munandi bata í rættarstøðuni.


Forsorgarhjálp

Í grundregluni fer møguleikin fyri at kunna senda føroyingar/danir heim í staðin fyri at veita teimum forsorgarhjálp at verða víðkaður, um farið verður yvir til teir norðurlendsku sáttmálarnar, men hetta fer neyvan at fáa nakran stórvegis týdning í verki. Talan er um sera fá dømi, og danir senda longu undir verandi skipan føroyingar heim, um teir fáa tørv á hjálp beint eftir at teir eru komnir til Danmarkar, uttan so, at teir hava eitthvørt serligt tilknýti til eitt nærsamfelag i Danmark. Mannagongdin er í grundregluni tann sama í Føroyum, burtursæð frá, at fólk sum hava føroyskan uppruna, ikki verða send aftur til Danmarkar, hóast tey bert hava verið stutta tíð í Føroyum.


Boligsikring

Boligsikring í Danmark (at tann, sum leigar íbúð, fær ein part av leiguni afturgoldna frá tí almenna) er er bert treytað av bústaði. Tí vera ongar broytingar á hesum øki.


Familjustyrkur

Verandi skipan hevði hildið fram.

Onnur viðurskifti viðvíkjandi almannaøkinum

Tað kemur fyri, at føroyingar verða sendir til danskar stovnar, bæði við uppvenjing og varandi uppihaldi fyri eyga. Føroyskir myndugleikar rinda longu sum er fullan prís fyri hetta, umframt aðrar útreiðslur, sum standast av tí. Tí verða neyvan nakrar broytingar her, hóast tað bert er í sambandi við endurbúgving og nøkur serlig og sera smá brek-øki, at norðurlendskir sáttmálar eru, sum hava beinleiðis týdning.


Arbeiðsmarknaður

Tað er ein semja millum norðurlond um ein felags norðurlendskan arbeiðsmarknað, har londini hava bundið seg til, at arbeiðstakarar frá øðrum norðurlendskum londum skulu hava somu rættindi og skyldur sum teirra egnu ríkisborgarar uttan so, at hetta ikki ber til orsakað av landsins egnu lóggávu á einum ávísum øki. Slík undantøk kunnu sum útgangsstøði bert vera í sambandi við vinnu á økjum sum krevja serlig loyvisbrøv.

Tí kann eitt norðurland ikki krevja arbeiðs- ella uppihaldsloyvi frá ríkisborgarum úr øðrum norðurlendskum londum, og øll eiga rætt til eitt nú frítíðarløn.

Tað eru kortini øki, har tørvur er á serligum skipanum. Hetta ger seg fyrst og fremst galdandi viðvíkjandi skiparum. Verandi lóggáva í Danmark og í Føroyum setur sum krav, at skiparar eru danskir ríkisborgarar. Hetta er eitt vanligt krav í altjóða høpi, men til ber kortini at gera undantøk.

Eyðsæð er, at tað tænir bæði føroyskum og donskum áhugamálum, at báðir partar gera undantøk á hesum øki. Á fundinum millum stjórnina og landsstýrið tann 2. maj var tí eisini avrátt, at skal takast upp til viðgerðar.


Arbeiðsloysistrygging

Tann trupulleikin, sum verður umrøddur undir ?almannaviðurskifti? (sjúkradagpengar og vanlukkutrygging), ger seg eisini galdandi viðvíkjandi arbeiðsloysistrygging, so tað hevði eisini her verið ein munandi bati í rættarstøðuni, um farið varð yvir til rættindi sum tey, ið eru í teirri norðurlendsku skipanini.

Sáttmálin millum danska Arbeiðsmálaráðið og Føroya Landsstýri um samskiping av arbeiðsloysistrygging virkar í grundregluni á sama hátt sum sáttmálarnir millum onnur norðurlendsk lond, men í verki er tann danski-føroyski sáttmálin meira liðiligur og ikki so bureaukratiskur:

Í norðurlendskum høpi er tað eitt krav, at ein skal hava arbeitt eitt ávíst tíðarskeið í tí landinum, ein er í, áðrenn ein kann tryggjast í hesum landinum. (Í Noregi skal ein t. d. fáa arbeiði innan 12 vikur, og ein skal hava arbeitt í minsta lagi átta vikur og hava forvunnið minst 28.000 kr. fyri at kunna koma við í ta norsku arbeiðsloysskipanina).

Í tí danska-føroyska sáttmálanum er tað soleiðis, at ein beinan vegin kann koma við í tað donsku tryggingina, tá flutt verður úr Føroyum til Danmarkar. Tó skal ein hava eitt prógv um, at ein hevur verið tryggjaður í teirri føroysku skipanini, og at ein í Føroyum hevur arbeitt í minsta lagið 2080 tímar innan tey síðstu trý árini.

Tá flutt verður úr Danmark til Føroya verður einki arbeiðskrav sett.

Tá ein borgari er fluttur úr teirri donsku til ta føroysku skipanina ella øvugt, hevur hann beinan vegin rætt til allar veitingar í arbeiðsloysistryggingini ? eitt nú stuðul til farloyvi. Føroyingar hava kortini ikki rætt at vera við í donskum eftrilønarskipanum.

Harafturat er avtalað, at danskir arbeiðstakarar (hóast høvuðsregluna) kunnu velja at verða verandi tryggjaðir í Danmark meðan teir hava eitt fyribilsstarv í upp til seks mánaðir í Føroyum. (Hetta er serliga viðkomandi fyri serliga og høgt útbúna arbeiðsmegi). Ætlanin er at seta í verk eina líknandi skipan fyri føroyingar, sum hava fyribilsarbeiði í Danmark.

Hendan avtalan virkar á nøktandi hátt, bæði umsitingarliga og í mun til borgararnar.

Eftir donskum ynski skal avtalan skjótt endurskoðast, men ætlanin er ikki at fremja stórvegis broytingar. Málið hjá landsstýrinum er, at javnbjóðis rættindi skulu vera á hesum øki.


Embætismenn

Tað eru einstøk onnur øki, har avmarkingar eru. Eitt nú ber til at seta avmarkingar fyri, hvør kann gerast høgur embætismaður og ráðharri í stjórnini.

Hetta er vanligt undantak í millumtjóða sáttmálum um javnstøðu.