Seinastu tvær vikurnar hevur Tórshavnar Sløkkilið havt stórar trupulleikar av oljudálking á Havnarvág.
Fyri tveimum vikum síðani var sløkkiliðið á vágni og tóku einar 1000 litrar av olju upp, sum vóru likin á sjógv á Eystaruvág.
Fyri eini viku vóru teir aftur á vágni, og tá tóku teir 1000 litrar upp afturat, og í gjár varð aftur boðað frá, at vágin var oljudálkað.
Heini Østerø á Tórshavnar Sløkkiliði, sigur, at illgruni er um, at tað er ein oljutangi, sum er farin at leka, soleiðis at olja so líðandi er runnin á sjógv.
Hann sigur, at tey hava leitað eftir lekanum, og nú halda teir seg hava funnið tangan, sum hol er farið á, men tað sær út til, at lekin er hildin upp at.
Nú fara teir so at seta trýst á tangan fyri at staðfesta endaliga at tað er hesin tangin, sum hevur likið.
Men tey eru næstan púra vís í, at tað er hesin tangin, tí tann, sum eigur hann, sigur, at seinastu tvær vikurnar hevur oljunýtslan hjá teimum verið 50 prosent størri enn vanligt.
Heini Østerø sigur, at nú fara tey eisini at kanna jørðina rundan um tangan fyri at vita, hvussu umfatandi dálkingin er.
Sostatt er eisini ætlanin at reinsa jørðina fyri at sleppa undan, at hesin lekin skal elva til trupulleikar í fleiri mánaðir afturat.
Hvussu tað skal gerast, er støða ikki tikin til. Ein máti er at skola oljuna á sjógv, og so at lata hana renna í eina byrging, so at hon kann takast upp.
Annars er vandi fyri, at enn meiri fer at renna á sjógv, hvørja ferð, tað regnar, sigur Heini Østerø.