Havnar Fimleikafelag vann Fimleikafagnaðin

Tað var liðið hjá Havnar Fimleikafelag, sum vann finaluna í Fimleikafagnaðinum 2013, sum hevur verið í Norðurlandahúsinum hetta vikuskiftið.

Tað var liðið hjá Havnar Fimleikafelag, sum vann finaluna í Fimleikafagnaðinum 2013, sum hevur verið í Norðurlandahúsinum hetta vikuskiftið. Finalan var í kvøld, tá teir 13 dómararnir samdir komu til ta niðurstøðu, at liðið hjá Havnar Fimleikafelag vann.

 

Fýra lið vóru til kappingina. Hini trý fóru Fimleikafelagið Flog, Fimleikafelagið Støkk og Fimleikafelagið Ljósið.

 

Í Fimleikafagnaðinum hava fimleikafeløgini høvi at lýsa eitt evni við fimleiki, rørslu, ljósi og ljóði við allari breiddini. Loyvi er at hava 100 luttakarar í part.

 

Evnið hesaferð var »13«. Elin H. Joensen, forkvinna í Føroya Fimleikasambandi segði, tá hon beyð vælkomin, at evnið »13« varð valt, m. a. tí at vit eru í 2013. Hetta var 14 fimleikafagnaðurin – tann næsti verður um tvey ár.

 

Evnið hjá vinnaraliðnum hjá Havnar Fimleikafelag var »Apollo 13«, sum var tann sjeyna mannaða rúmdarferðin í Apolloætlanin hjá Nasa. Apollo 13 skuldi vera tann triðja mánalendingin, men í staðin gjørdist ferðin kend fyri eina spreingin umborð, sum mundi komið rúmdarferjuni í manningini í óføri. Ein bjarging varð sett í gongd, og allir rúmdarmenninir komu óskalaðir aftur á jørðina.

 

Og sum tey søgdu í framførsluni:

 

– Kanska var tað tí, at rúmdarferjan varð skotin út 11. apríl í 1970 klokkan 13:13 – og at spreinginin hendi 13. apríl....

 

Fleiri myndir av finaluni í Fimleikafagnaðinum 2013 síggjast VIÐ AT TRÝSTA HER