Havnar Fimleikafelag vann altjóða kapping í Greve

Team Eina – liðið hjá Havnar Fimleikafelag – gjørdi ikki mætari enn at vinna Easter Cup hjá gentum 12-14 ár framman fyri danmarksmeistararnar, Team Elina, á øðrum plássi og Team Silfida-Atlanta úr Hvítaruslandi á triðja plássi. Nora úr HF bleiv nr. 7, Vípan úr Støkk nr. 6 og Norma úr Ljósinum nr. 12.

 

Hjá smágentunum fekk Lyra hjá Ljósinum eitt flott bronsumerki. Smágentuliðini Bjalla og Birta hjá HF vóru eisini við og blivu tær ávíkavist nr, 8 og 11.