Á slóðini, sum sæst niðanfyri, ber til at fylgja kvinnunum hjá Havnar Fimleikafelag, sum í dag kappast um VM í estetiskum fimleki.
Kappingin er í Tartu í Estlandi, og 26 lið úr 12 londum eru meldað til, og HF kvinnurnar skulu inn sum lið nummar 13.
- Kvinnurnar hjá HF hava vant dúliga fram ímóti hesi kapping, síðan tær vunnu FM heitiði mai mánaði. Ymiskar broytingar eru framdar í seriuni og kvinnurnar eru væl fyri og
gleða seg til at fara á gólvið, sigur Erla Mikkelsen, forkvinna, Havnar Fimleikafelag.
Kappingin kann streamast á hesari síðu: www.livestream.com/voltigierdvd