Fyrsta steypakappingin í amboðsfimleiki var í Fimi leygardagin. Kappingin var býtt í tvey, tey yngru og tey eldru og luttøkan var heilt góð, serliga millum tey yngru, verður sagt. Fyri fyrstu ferð sluppu yngstu aldursbólkarnir, piltar og pinkur at luttaka.
Tá kappingin hjá teimum yngru var lokin var greitt, at Havnar Fimleikafelag var farið avstað við flestu heiðursmerkjunum. 8 gull heiðursmerki, 8 silvurheiðursmerki og 8 bronsuheiðursmerki vann Havnar Fimleikafelag. Ljósið vann tvey gull, eitt silvur og trý bronsu, Støkk vann eitt gull, trý silvur og tvey bronsu, meðan Klaksvíkar Fimleikafelag vann eitt gull.
Nakrir íðkarar gjørdu bart og vunnu báðar kappingarnar, teir luttóku í. Tað gjørdu Sólja Fei Muller Havnar Fimleikafelag, sum kappaðist hjá pinkunum í forskotnari barr og í lopi.
Astrid Breckmann, eisini hon frá Havnar Fimleikafelag, vann kappingina í forskotnari barr og í lopi fyri smágentur.
Bjarki Johannesen úr Ljósinum vann tvær av trimum kappingum, hann luttók í, nevniliga kappingarnar parallellari barr og rekk.
Gilli Mohr vann somuleiðis tvær av trimum, tá hann vann kappingina hjá smádreingjunum á gólvinum og á parallellari barr.