Havnar Fimleikafelag gjørdi bart

Fyrsta fimleikakappingin í Bylgjuni í Runavík eydnaðist væl, tó at Havnar Fimleikafelag fór avstað við øllum steypunum.

Leygardagin 18 apríl var 2. steypakappingin í Estetiskum Fimleiki í Bylgjuni í Runavík.

 

Hetta var fyrstu ferð at kappingin í Estetiskum Fimleiki var í Bylgjuni í Runavík, og kappingin eydnaðist væl.

 

Úrslitið av steypakappingunum var, at Havnar Fimleikafelag fór avstað við øllum steypunum.

 

Fenja hjá Havnar Fimleikafelag vann báðar steypakappingarnar sannførandi í bólkinum hjá pinkunum. Nummar tvey í Runavík gjørdist Froya hjá Havnar Fimleikafelag og nummar trý gjørdist Viólin hjá Støkk. 

 

Hjá smágentunum megnaði eingin at basa liðnum Nora hjá Havnar Fimleikafelag, sum eisini vann fyrru steypakappingina. Tó var munurin sera lítil í Runavík. Flykran frá Støkk og Lyra frá Ljósinum endaðu á einum deildum øðrum plássi, einans 0,10 stig aftanfyri Nora.

 

Hjá gentunum vann Eina frá Havnar Fimleikafelag. Tær vunnu eisini fyrru steypakappingina. Nummar tvey gjørdist Vípan frá Støkk, meðan Enna frá Havnar Fimleikafelag gjørdist nummar trý.

 

Hjá unglingum vann Alda úr Havnar Fimleikafelag. Nummar tvey gjørdist Svalan úr Støkk og nummar trý Hydra úr Ljósinum.

 

Hjá kvinnunum luttóku tvey lið og eins og í fyrru steypakappingini vann Hulda hjá Havnar Fimleikafelag móti Ursu frá Ljósinum.

 

Á heimasíðuni og Facebookvanganum hjá Føroya Fimleikasambandi eru fleiri myndir og kykmyndir frá kappingini at síggja.

 

Í kykmyndini omanfyri sæst vinnandi framførslan hjá pinkunum hjá Havnar Fimleikafelag, Fenja.