Í ár verður størsta fimleikafelagið í landinum 90 ár. Felagið ætlar at halda føðingardag við at skipa fyri ymsum tiltøkum, og byrja verður komandi vikuskifti. Fyrsta tiltakið verður ein fimleikadagur, sum verður í høllini á Stórheyggi leygardagin 28. august. Her kunnu børn í øllum aldri koma og royna ymsu amboðini felagið hevur. Millum annað kunnu børnini royna vælumtóktu luftbreytina ? air track¹in, sum er ein stór luftmotta, sum ein kann gera fimleik á.
Dagurin verður skipaður soleiðis, at børnini verða býtt sundur í aldursbólkar. Fyrst koma tey yngstu, tey, sum eru 4-6 ára gomul, aftaná verður tað fyri teimum børnum, sum ganga í 1. til 3. flokki, síðani koma tey, sum ganga í 4. til 6. flokki og at enda tey, sum ganga í 7. til 10. flokki.
Tiltakið er ætlað øllum børnum, ikki bert teimum, sum hava gjørt fimleik fyrr. Heldur ikki er tað ein treyt at tú ert limur í Havnar fimleikafelag. Øll eru vælkomin og kostnaður fyri hvørt barnið er einans 10 kr.










