Sunnudagin fekk politiið í Havn boð um, at Havnará var dálkað. Við brúnna við skótahúsið og hvíldarheimið var ein gráur-hvítur litur at síggja í ánni, men ongin luktur kom frá ánni.
Heilsufrøðisliga Starvsstovan varð boðsend fyri at taka nakrar vatnroyndir, og hetta verður nú kannað. Hvat talan er um, veit politiið ikki enn at siga frá.