Seinnapartin í gjár fekk Havnar Bjargingarfelag handaða peningagávu frá íslendska felagnum Norðlenska á 10.000 krónur
Gávan á 10.000 føroyskar krónur kemur væl við sambært formanninum í Havnar Bjargingarfelag, Heina Eysturoy.
Tað var íslendskur »íblástur« sum í 1957 førdi til, at Havnar Bjargingarfelag varð stovnað.
- Tað var í 1956, at ískendska skipið Góðanes rendi á Flesjarnar og sakk. Tíverri kom skiparin ikki frá hendingini við lívinum. Men hendingin fekk menn at tosa saman, og longu í januar 1957 varð so Havnar Bjargingarfelag sett á stovn, sigur Heini Eysturoy.
Tað kom eitt sindur óvart á, at felagið fekk eina peningagávu úr Íslandi, men pengarnir koma væl við.
- Vit reka jú bjargingarbátin LÌV, og hann hevur júst verið til umvælingar. Vit hava millum annað fingið nýggja og sterkari pumpu ísetta, og tað kostar alt, sigur Heini Eysturoy.
Hjá einum sjálvbodnum felag eru peningar altíð vælkomnir, og tað er íslendska gávan til Havnar Bjargingarfelag eisini.
Norðlenska hevur handilssamband við PM Heilsølu, og tað var føroyska umboðið hjá íslendsku fyritøkuni, sum peikaði á Havnar Bjargingarfelag, tá Norðlenska vildi lata peningagávu til felag í Føroyum eftir ringu ódnirnar í november og desember.










