Fyrr í ár skipaði Havnar Arbeiðsmannafelag fyri stórum gildi, tá felagið fylti hundrað ár. Tá mundi tey vera fá, ið væntaðu, at hetta gjørdist síðsti føðingardagurin hjá felagnum undir navninum Havnar Arbeiðsmannafelag.
Á aðalfundinum um vikuskiftið varð nevniliga avgjørt at broyta navn. Navnið Havnar Arbeiðsmannafelag er nú farið í søguna, og í staðin eitur felagið nú Havnar Arbeiðarafelag.
- Felagið hevur itið Havnar Arbeiðsmannafelag í hundrað ár, men tíðirnar broytast. Vit hava fleiri feløg, ið kalla seg arbeiðarafeløg, m.a. Kollafjarðar Arbeiðarafelag og Føroya Arbeiðarafelag, so vit hildu tað ikki vera nakað skeivt í, at vit kalla okkum Havnar Arbeiðarafelag, sigur Hans Joensen, formaður í Havnar Arbeiðarafelag.
Formaðurin er skjótur at vísa á, at navnaskiftið ikki skal skiljast sum ein roynd at lokka limir frá øðrum feløgum.
- Hetta hevur einki at gera við at lokka limir frá øðrum feløgum. Vit hava organisatiónsfrælsi, men vit virða økinum hjá hvørjum øðrum. Men kvinnuligir limir í felagnum hava víst á, at tað er torført hjá teimum at umboða eitt arbeiðsmannafelag.
- Vit ynskja sjálvandi ikki, at kvinnur føla seg illa, tí tær eru limir í einum arbeiðsmannafelag, tí hava vit valt at kalla tað arbeiðarafelag.
Fitt av fólki vóru møtt til aðalfundin hjá felagnum, og sambært formanninum, so var stór undirtøka fyri navnabroytingini.
- Um eg meti, at 98 prosent av aðalfundinum tók undir við broytingini, so eri eg á góðari leið, sigur formaðurin.