Havnar Arbeiðsmannafelag: Rós til Bárð Nielsen fyri at vraka SEV-sáttmálan

Hóast nógv fakfelagsfólk hava átalað landsstýrismannin í fíggjarmálum fyri at hava vrakað SEV sáttmálan, er tað í hvussu so er ein týðandi fakfelagsleiðari, sum tekur fult undir við honum

SEV-Sáttmálin

 Bárður Nielsen skal hava rós fyri at hann vrakaði SEV sáttmálan.
Tað heldur Hans Joensen, formaður í Havnar Arbeiðsmananfelag.
Hóast tað eru nógv fakfeløg, sum harðliga hava átalað landsstýrismannin í fíggjarmálum fyri at hava vrakað SEV-Sáttmálan, sum maskinmeistararnir og SEV samdust um á midnátt leygarkvøldið, er tað í hvussu so er ein týðandi fakfelagsleiðari, sum tekur gult undir við honum.
 Tað var púra beint av Bárði Nielsen at vraka sáttmálan og tað skal hann hava rós fyri, sigur Hans Joensen, formaður í Havnar Arbeiðsmannafelag.
Hann sigur, at tá ið samráðingarnar ímillum arbeiðarafeløgini og arbeiðsgevararnar vóru í vár, vístu arbeiðarafeløgini samfelagssinni og góðtóku ein sáttmála, sum als onga lønarhækking bar í sær. Einasti bati, verkafjøldin fekk, vóru hækkingar í ymsum sosialum gjøldum, sum tilsamans kostaði arbeiðsgevarunum 2,4%.
- Tá gjørdu vit greitt, at vit væntaðu, at restin av arbeiðsmarknaðinum fór at vísa sama samfelagssinni, sigur Hans Joensen.

Støðið er lagt
Hann ger púra greitt, at eftir hansara tykki er tað heilt greit, at úrslitið av teimum samráðingunum verður tað, sum leggur støðið fyri restina av arbeiðsmarknaðinum.
 Vit gjørdu eisini vart við, at vit góðtaka ikki, at gjógvin imillum verkafólkið og aðrar stættir í samfelagnum veksur enn meiri, men kortini liggur sáttmálin ímillum maskinmeistararnar og SEV á einum hægri støði enn sáttmálarnir á privata arbeiðsmarknaðinum.
 Varð hesin sáttmálin góðkendur og hevði hann verið fyrimyndin fyri sáttmálunum á almenna arbeiðsmarknaðinum í oktober, hevði tað sostatt ført við sær, at verkafjøldin varð enn meiri afturútsigld.
Starvsamannafelag og Havnar Arbeiðskvinnufelag løgdu arbeiðið niður á midnátt mikukvøldið á øllum økjum, har sáttmáli var við fíggjarmálaráðið.
Men formaðurin í Havnar Arbeiðsmannafelag hevði undir ongum umstøðum latið Havnar Arbeiðsmannafelag farið í verkfall fyri at stuðla maskinmeistarunum hjá SEV í hesum føri.
Og hann heldur lítið um tey arbeiðarafeløg, sum fara í verkfall uppá eitt mál, sum nettupp førir við sær, at stættarmunurin í samfelagnum veksur.
At Starvsmannafelagið stríðist so hart, skilir hann betri, tí tað heldur hann taktikkur fyri at fáa hækkað sáttmálastøðið uppundir samráðingarnar seinni í ár.
 Men nú eiga allir partar at vísa samfelagssinni, eins og arbeiðarafjøldin hevur gjørt. Tað ber til at fáa so nógvar batar, uttan at lønin endiliga skal hækka. Eitt, sum ber til, er at bera so í bandi, at keypiorkan hjá okkum veksur við teirri løn, vit hava.
Hans Joensen heldur, at tað, sum Bárður Nielsen hevur gjørt, er ikki at taka samráðingarrættin frá fakfeløgunum, tí hetta er tað, hann hevur fullan rætt til eftir lógini og tað er beinleiðis hansara skylda at taka støðu til sáttmálan og tað hevur hann gjørt.
 Hevði hann góðkent sáttmálan hevði tað verið ein knívur í ryggin á arbeiðarafjøldini, sigur Hans Joensen, formaður í Havnar Arbeiðsmannafelag.