Útsagnirnar hjá Edvardi Heen, stjóra í Almannaverkinum, á in.fo í gjárkvøldið, har hann hótti við at revsa pedagogar, ið fóru í verkfall, er fallið fleiri fakfeløgum fyri brostið. Fleiri fakfeløg hava í dag funnist at hesum, og seinast í røðini er Havnar Arbeiðskvinnufelag.
Í yvirlýsing í kvøld, ið eru undirskrivað av Mariann Højgaard, næstforkvinnu, finst felagið at Edvardi Heen og veita fullan stuðul til Pedagogfelagið.
- Havnar Arbeiðskvinnufelag vil við hesum mótmæla, at Edvard Heen, stjóri í Almannaverkinum hevur hótt við, at talan kann verða um persónligar avleiðingum fyri hvønn einstakan pedagog í samband við verkfallið hjá Pedagogfelagnum, skrivar Havnar Arbeiðskvinnufelag og leggur afturat.
- Pedagogfelagið er í lógligum verkfalli og HAK vil við hesum veita teimum sín fulla stuðul til at fremja lóglig stríðsstig í hesum sambandi.