Veðrið var so vánaligt í seinastu viku, at tríggir hondbóltsdystir vórðu avlýstir vegna veður. Tveir dystir skuldu spælast á Skála millum kvinnu- og mansliðini hjá StÍF og Kyndli.
Hesir verða spældir í kvøld, mikukvøldið, ístaðin. Klokkan 18.30 verður dysturin millum kvinnuliðini hjá StÍF og Kyndil, og klokkan 20.00 spæla menninir hjá somu liðum.
Dysturin millum Neistan og Tjaldur varð eisini avlýstur í seinastu viku. Hesin verður spældur hóskvøldið klokkan 18.45 í høllini á Hálsi.










