Havnagentur eiga besta hugskotið í kongaríkinum

Durita Jónsdóttir og Elin Eyðunsdóttir hava vunnið Danmarksmeistaraheitið í íverksetan fyri sítt húðkrem úr endurnýttum rávørum

Frøðin er stór í íverksetarahúsinum í Klaksvík beint nú, tí tveir ungir íverkstarar hava júst vunnið Danmarksmeistaraheitið í íverksetan fyri skúlanæmingar.

Talan er um Nám X næmingarnar Duritu Jónsdóttir og Elin Eyðunsdóttir, sum hava funnið upp á virkið DUEL - North Atlantic Skincare. Tær framleiða húðkrem úr endurnýttum rávørum, og grundgevingarnar frá donsku dómsnevndini vóru millum annað, at tað er eitt sera gjøgnumført produkt, ið longu er klárt at fara á hillarnar.

Tær vóru sera fegnar, tá navn teirra varð rópt upp. Flokkurin hjá teimum var eisini møttur upp í Íverksetarahúsinum, og tey vóru øll í einum ordans gleðisrúsi og ynsktu ungu íverksetarunum tillukku við meistraraheitinum.

Somu genturnar vunnu fyri kortum SkúlaFM, og tað var gjøgnum hesa føroysku kapping, at tær fingu møguleika at kappast um Danmarksmeistaraheitið.

Kappingin eitur annars Next Level, og tað er Fonden for Entreprenørskab, sum skipar fyri. Orsakað av koronu varð kappingin í ár hildin á netinum.

Í kappingini um DM í íverksetan varð stórur dentur lagdur á at luttakararnir duga at flætta heimsmálini hjá ST fyri burðardyggari menning upp í verkætlanirnar. Tey skuldu samstundis duga at vísa á, hvussu teirra verkætlan kann verða til gagns fyri altjóða samfelagið, tá tað kemur til burðardygd.

Júst hetta megnaðu føroysku genturnar eftir øllum at døma væl, tí tær vunnu fyri sítt húðkrem, sum er gjørt úr endurnýttum rávørum.