Havnafútin spardur burtur

Nú lítil skipaferðsla er, og kommunan skal spara, hevur Sands kommunan sagt havnafútanum upp

Uppsøgn: Sands kommuna hevur ongan havnafúta longur.

Í fjør var havnafútin gjøgnum fleiri ár sagdur upp og fór frá 1. januar.


Brandur Sandoy, borgarsrtjóri á Sandi sigur, at orsøkin er, at skipaferðslan er so lítil. Bara eitt skip, Eysturskipin, kemur inn á sandi, og arbeiði er ikki til at hava ein havnafúta í fulltíðarstarvi.

Tað kom ongantíð upp á tal, at frásetti havnafúti kundi halda fram og arbeiða niðursetta tíð, sigur Brandur Sandoy.


Tá ið kommunan í sínari tið setti havnafúta, komu nógv skip og bátar inn í Havnin, men nú er lítið virksemi í Havnini.

Kommunan hevur sett mann at røkja ein part av uppgávunum, sum havnafútin hevði, men tað er bara ein fyribils loysn. Hugsanin er at biðja onnur starvsfólk hjá kommununi um at átaka sær uppgávurnar.


Fleiri kommunur hava havnanevnd og reglugerð fyri havnir sínar. Sand kommuna hevur ikki longur nakra havnanevnd, og reglugerð finst eingin. Í flestu førum verður kravt, at havnafútin ella havnameistarin hevur navigatørútbúgving, soleiðis at hann kann eitt nú flyta skip.


Eingin lóg er fyri økið.


Eina ferð var uppskot gjørt, men tað varð ongantíð samtykt.

- Hatta er eitt svart hol í lóggávununi, og sum er hava kommurnar sjálvar ábyrgdina, tí tær eiga flestu havnirnar, sigur Ewald Kjølbro, leiðari á havnadeildini hjá Landsverki.


Nú er tað bara sjálvt kommunustýrið á Sandi, sum hevur ábyrgdina av skipum og bátum í Sands havn