Fyrireikingarnar til eina komandi vatnrutsjibreyt í Svimjihøllini í Gundadali hava verið í gongd eina tíð. Sjálv útgerðin er nú á veg til Føroya og komandi hóskvøld fer býráðið at taka støðu til endaligu fíggingina og arbeiðstøkurnar, jørð-/betongarbeiðið og HVS-arbeiðið. Tað boðar Tórshavnar kommuna frá í kvøld.
Helst verður alt jørðarbeiðið v.m. gjørt í mars, og so byrjar sjálv uppsetingin av anlegginum í apríl. Ætlandi verður latið upp við nýggju og spennandi 72 metra longu breytini í mai/juni.
Svimjihøllin verður eftir ætlan stongd í mesta lagi í tvær vikur, kunngjørt verður um hetta sum skjótast í samráð við arbeiðstakararnar.