Tørvurin á viðlíkahaldsarbeiði á havnaøkinum er so stórt, at Klaksvíkar kommuna nú søkir eftir einum handverkara til at røkja havnaøkið.
Formaðurin í havnanevndini hjá Klaksvíkar kommunu, Torleif Sigurðsson, hevur víst á, at neyðugt er við umvælingum og viðlíkahaldið á havnaøkinum, og tað kommunan tí skal seta eitt fólk at taka sær av hesum arbeiði.
Í bløðunum í gjár verður so søkt eftir hesum handverkara, og í starvslýsingini verður sagt, at hann skal røkja bygningar, bátabrúgvar, bryggjurnar og annað.
Havnaøkið í Klaksvík er sambært formanninum í havnanevndini í ringum standi, og tí verður helst eisini okkurt umvælingararbeiðið at taka sær.