Tummas Jóhan Larsen av Eiði er á Summarfestivali fyri fyrstu ferð.
- Eg havi onkuntíð verið onkrar dagar, men í ár er fyrstu ferð, at eg eri á Summarfestivalinum alt vikuskiftið, sigur Tummas Jóhan.
- Síðstu tíðina havi eg verið nógv í Klaksvík. Eg havi fleiri vinmenn her, og eg gangi á møti í Betesda, so tað er onki annað enn obligatoriskt tá, at man fer á Summarfestival, sigur Tummas Jóhan víðari.
Sam Elttør er klaksvíkingur, og tá hoyrir tað næstan til, at man smoyggir eitt armband um hondina og fer á Summarfestival.
- Eg plagi at vera, tá tað liggur fyri. Mær dámar tað væl, men leggi ikki planir eftir, nær Summarfestivalurin er og ikki.
Bestu framløgurnar í ár eiga ávikavist ein havnarbólkur og ein klaksvíksbólkur.
- Nógv hevur verið ótrúliga gott so sum Marius og Sámal Ravnsfjall. Men besta konsertin var tó Byrta hóskvøldið, sigur Tummas Jóhan, sum sjálvur hevur gjørt nógv við elektroniskan tónleik, har hann millum annað hevur spælt við elektrobólkinum The Plays.
- Eg sigi sum Tummas Jóhan, at nógv hevur verið gott, men eg noyðist at velja Dynamit úr rúgvuni. Teir vóru festligir sum altíð, og eg sang við til næstan allar sangirnar, sigur Sam.
Hóast Tummas Jóhan og Sam eru ósamdir, hvør bólkur hevur verið best, eru teir samdir um, at føroysku nøvnini hava fyri sítt viðkomandi verið meira tiltalandi enn tey útlendsku.










