Havn: Støðan sera trupul í løtuni

Rakstrarstøðin hjá Tórshavnar kommunu boðar frá, at teir ikki klára at arbeiða undan kavanum í løtuni

Tórshavnar kommuna boðar fyri løtu síðani frá, at tað ikki er koyrandi niðan Undir Brúnna, eftir Villingardalsvegnum og í Brobbersgøtu. Myndin er av Villingardalsvegnum og Brobbersgøtu

Ein av stóru maskinunum er júst farin á verkstað, so í løtuni koyrir bara ein stór maskina og ein traktorur.

 

Tað er framvegis sera nógvur vindur. Á Argjahamri, Undir Kongavarða og við Klingurstjørn er endiliga ruddað, men tað verður ein løta, áðrenn koyrandi verður har. Í miðbýnum stendur betri til.

 

Tað er ikki koyrandi niðan Undir Brúnna, eftir Villingardalsvegnum og í Brobbersgøtu. Støðan er rímiliga góð í Kollafirði, men vánalig í Kaldbak.

 

Tórshavnar kommuna boðar fyri løtu síðani frá, at tað ikki er koyrandi niðan Undir Brúnna, eftir Villingardalsvegnum og í Brobbersgøtu. Myndin er av Villingardalsvegnum og Brobbersgøtu