Havn og tunnil á fíggjarlógina

Samstundis sum menn vóru í ferð við at gera dýpdarmátingar út fyri oynni, sendi bygdarráðið eitt skriv til løgtingið. Skrivið snúði seg um kanning av møguligum tunli og eisini nýggjari atløgubryggju á einum staði, tey nevna Yviri í Havn.

Í hesum brævi heitir Svínoyar bygdarráð enn einaferð á løgtingið, fíggjarnevndina og vinnumálastýrið um at seta pening á komandi fíggjarlóg so arbeiðið kann fara í gongd.
Í brævinum sum er dagfest 18. juli skrivar borgarstjórin, Eyðun Jacobsen, at forkanningarnar hjá Landsverki vóru um at verða lidnar, so at ein kostnaðarmeting av arbeiðinum nú kundi fyriliggja.
Landsverk hevur annars síðani í august mánaði í fjør kannað bæði streym- og alduviðurskifti, og í farna mánaði vórðu dýpdarmátingar gjørdar.
Gongst sum ætlað verða eitt forprosjekt og tilmæli liðugt í november mánaði.