Seðlarnir til grindina, ið legði beinini í Havn um hálvgum tvey tíðina í dag, koma klokkan 19. Tað upplýsti Finnbogi Midjord, sýslumaður, fyri tíðindini hjá Kringvarpinum fyri løtu síðan.
Sýslumaðurin upplýsti eisini, at 38 hval løgdu beinini í Havn og verður grindin býtt í drápspartar. Tilsamans vóru 1009 drápspartar, og er tað 0,25 skinn í part.
Menn vóru ikki lidnir at merkja grindina, ið legði beinini í Sandavági í dag, og tí kundi sýslumaðurin ikki siga nakað um nær seðlarnir koma, men upplýsti hann, at tann grindin var um 150 hval.