Annað er eitt kavaraskip, sum er mett at kosta ikki minni enn umleið 1,1 mia. norskar krónur. Skipið verður 120 metrar langt og 23 metrar breitt og skal latast í januar í 2010. Hitt skipið er eitt vanligt veitingarskip. Tað verður latið Havila í 2009 og fer at kosta 240 mió. norskar krónur. Bæði skipini verða bygd í Noregi.