Havi verið á ólavsøku síðan eg var smágenta

- Ólavsøkan er eitt gylt høvi at hitta ætt, vinir og kenningar - at taka time out frá vanliga gerandisdegnum, sigur Jóhanna Petersen.

 

Fert tú á ólavsøku?

 

- Ja, tað fari eg. Havi verið á ólavsøku, síðan eg var smāgenta, undantikið tá eg havi verið burturstødd.

 

Tað sigur Jóhanna Petersen á Toftum.

 

Hon vísir á, at góða sambandið, sum í sínari tíð var millum Toftir og Havnina við postbátinum Sigmundi, ið sigldi frá morgni til seint á kvøldi, bæði ólavsøkuaftan og ólavsøkudag, gjørdi tað sera lætt at fara á ólavsøku.

 

- Seinni, tá eg havi fingið familju í Havn, havi eg búð hjá teimum, sigur Jóhanna Petersen.

 

Hvussu heldur tú ólavsøku?

 

- Í gjár vóru vit til kappróður, og her haldi eg við teimum gulu bátunum hjá Kappróðrarfelagnum NSÍ. Tá eg var ung, róði eg sjálv kapp við Tjaldrinum.

 

Eftir kappróðurin varð farið í býin við 9 ára gomlu ommudóttrini at royna eydnuna í tivoli, tombola og øðrum.

 

- Um kvøldið var hugni og ein betri biti hjá familjuni.

 

Jóhanna Petersen vísir á, at í dag - ólavsøkudag - er tað skrúðgongan og kórsangurin á Tinghúsvøllinum, sum er fastur táttur. 

 

- Skráin er fjølbroytt við listaframsýningum, konsertum, kabarett og mongum øðrum, sum farast kann til í dag, ólavsøkudag.

 

Hon heldur, at midnáttarsangurin á Vaglinum tekur sera væl samanum okkara tjóðarhátíð, sum ólavsøkan er.

 

Hvat er tað besta við ólavsøkuni?

 

- Ólavsøkan er eitt gylt høvi at hitta ætt, vinir og kenningar - at taka time out frá vanliga gerandisdegnum. Tað er at fegnast um, at so mong eru at síggja í okkara vakra tjóðbúna, ið setir ein avbera hátiðarligan og festligan dám á ólavsøkuna.

 

Hvat kundi verið øðrvísi við ólavsøkuni?

 

- Einki. Tað, sum er gott, er gott, sigur Jóhanna Petersen.