Umborð
Flestu kenna mannin, sum ein væl fyrireikaðan og skilagóðan politikara.
Fyrstu ferð, hann steig á skipsdekk, fór hann við slupp. Hann var 14 ára gamal, og hetta var í summarfrítíðini, áðrenn hann byrjaði í 1. real. Skipið var Brimnes og skipari Hans í Norði, Hans Jacobsen.
- Hetta var í 1972. Vit royndu við línu undir Føroyum og egndu umborð. Eg var við tveir túrar.
Ungu dreingirnir ringdu til skipararnar í økinum fyri at sleppa við í summarfrítíðini, og tað var Sámal Petur sjálvur, sum ringdi til Hans í Norði.
- Eg var sera fegin, tá hann ringdi aftur, tí fyri meg var tað eitt veldugt upplivilsi at sleppa til skips.
Hvussu minnist hann so fyrsta túrin.
- Veðrið var gott, men kortini var eg ringur av sjóverki. Eingin útlufting var. Eg minnist oljuroyk og agnroyk, tí opið var upp í skúrarnar. Hetta gjørdi ikki sjóverkin minni. Inntøkan var lítil, men hóast eg summarið fyri hevði arbeitt hjá Landsverkfrøðinginum, kendi eg tað kortini, sum um hetta vóru fyrstu krónurnar, eg tjenti.
Hann minnist Hans í Norði, sum ein ógvuliga friðarligan mann, ið altíð gekk pent ílatin á brúnni.
Eftir realskúlan í 1975 fór Sámal Petur við línuskipinum Pison, ið er sami Pison, sum vit kenna í dag.
- Vit vóru fyrst ein túr undir Føroyum og síðan tríggjar undir Íslandi. Martin Johannesen, Martin í Byrgi, var skipari.
Seint um heystið 1975 fór hann við Skrápi, sum var ein av gomlu kubatrolarunum. Men hetta var ikki til fiskiveiði. Nú bar leiðin í frálandavinnuna, sum hesi skip upprunaliga vórðu keypt til.
- Vit lógu í Norðsjónum sum vaktarskip, og í dag kunnu vit siga, at føroyingar tíðliga fingu eyguni upp fyri hesi vinnu, sum seinni er vorðin eitt nýtt bein at standa á.
Seks mans vóru við Skrápi. Skipari var Esmar Augustinussen, slektaður úr Vági, men búði í Havn. Stýrimaður var Hendrik Poulsen, Hendrik inni í Brekkum á Toftum.
Av manningini eru bert Hendrik og Sámal Petur eftir á lívi.
Túrarnir við Skrápi gjørdust tveir, og síðan fór hann at læra til el-mekanikara í Saltangará. Í summarfrítíðini í 1977 var hann aftur í Norðsjónum, hesaferð við Gorpi.
Í mars í 1979 fór hann í Barentshavnið við Ennibergi sum radiomaður og mynstraði sum telegrafistur.
- Eg var við Ennibergi í fleiri ár, og mær dámdi ógvuliga væl. Vit vóru leingi burtur og leingi heima. Tey fyrru árini gekst stiltið, men tey seinnu vóru góð, heilt góð. Eg brúkti hesi árini til at vinna og spara mær pening, og í 1983 bygdu vit húsini.
Mortan Johannesen førdi Enniberg tað mesta av tíðini, serliga tey fyrstu árini. Avloysari var Dánjal Jóhan Larsen úr Porkeri.
Eftir at fyrsta barnið var komið í 1985, fór Sámal Petur ikki aftur við Ennibergi.
Nú fór hann í heilt aðra tænastu og gjørdist trúboðari hjá Dansk Indremission við bústaði í Løgstør.
- Árini sum trúboðari, tók eg eisini á meg onkrar uppgávur fyri føroysku sjómansmissiónina, eitt nú í Hirtshals og á Bornholm. Ofta vóru fólk úr Føroyum í Danmark, og saman hildu vit møtir, bæði umborð á skipum og í landi.
Í januar 1990 flutti hann heimaftur, men var virkin sum trúboðari her heima fram til summarið eftir.
- Í 1991 fór eg aftur til skips, hesaferð í Eystursjógvin. Fyrst var eg ein túr við Fríðborg, síðan við Ørvi og at enda við Aldubáruni. Allir royndu eftir toski við gørnum. Vit fiskaðu av Bornholm, og hetta var eisini eitt deiligt lív.
Sámal Petur kendi nakað til lívið í Eystursjónum, tí hann var onkran túr við hesum bátum, meðan hann var trúboðari.
Í 1992 fór hann sum radiomaður við flakatrolaranum Beini, sum bróðirin, Mannbjørn í Grund, førdi. Teir vóru í Barentshavinum og á kongafiskaveiði í Irmingarhavinum.
Hevði Sámal Petur ikki farið á skiparaskúla, hevði hann ikki havt tað starv, hann hevur í dag – eitt starv, sum hann er sera fegin um.
- Í september 1993 fór eg á skiparaskúla í Skagen, men longu í september árið eftir – og meðan tríggjar royndir enn vóru eftir – fekk eg í boði at gerast landsstýrismaður. Írestandi royndirnar tók eg so í summarfrítíðini nøkur ár seinni.
Hann sat í landsstýrinum fram til 1. desember 1997, tá hann sum fyrsti landsstýrismaður var uppsagdur av løgmanni, Edmundi Joensen. Hetta var árið eftir, at løgmaður hevði fingið heimildina at siga landsstýrismann úr starvi.
- Løgmaður var ónøgdur við mín leiklut í sambandi við íløgur í Vágatunnilin, sum tá var í stoypiskeiðini.
Tað ræddi kortini ikki veljararnar, at søldfirðingurin varð koyrdur úr landsstýrinum, tvørtur ímóti.
- Við valið í apríl 1998 varð eg valdur á ting við flestu atkvøðum, sum nakar løgtingsmaður í Eysturoy nakrantíð hevur fingið, 534 í tali.
Sámal Petur sat á tingi og í landsstýrinum (frá 2001) árini 1998-2002. Í fyrra skeiðnum sum landsstýrismaður við mentan og samskifti – og í seinna við almanna-og heilsumálum.
Seinastu árini hevur Sámal Petur verið knýttur at Strandfaraskipum Landsins.
- Eg mynstraði fyrstu ferð við SL, meðan eg sat í løgtinginum á sumri ár 2000. Eftir tíðina í landsstýrinum, fór eg í juni 2002 aftur at sigla fyri Strandferðsluna – og her havi eg verið síðan.
Hann hevur soleiðis verið skipari við Sam síðan august 2004.
- Hetta lívið dámar mær ógvuliga væl. Eg plagi at siga, at eg havi verðsins besta jobb, fari glaður til arbeiðis hvønn morgun og komi glaður heimaftur um kvøldið, sigur Sámal Petur í Grund.










