Hvar og hvussu heldur tú nýggjár í ár?
- Vit halda nýggjár í Nólsoy. Ætlanin er at hava kyndlagongu og bál. Bygdarfólkið hevur savnað pening saman til felags innkeyp av fýrverki, sum so verður skotið á Klivum, meðan fólk standa heimi á kaiuni. Nú mugu vit síggja, um korona fer at loyva tí.
Tað sigur Gunnvør Joensen í Nólsoy.
Hvør var størsta hendingin - upplivingin - hjá tær í 2020?
- Tað er ringt at siga, tí sjúka og korona hava gjørt 2020 til eitt keðiligt ár. Men, tað er altíð gleðiligt, tá tað gongur børnum og ommubørnum væl - og eitt ljóspunkt var, at yngsti sonurin fekk ein flottan heiðursprís frá Statens Kunstfond.
Og hvat var tað keðiligasta í 2020?
- Strævna lívið við koronu - og so tað at vera við Erlu Kongsdóttir hin ræðuliga túrin, tá rútarnir fóru inn ígjøgnum.
Hvørjar vónir hevur tú fyri 2021?
- Eg havi vónir um at gerast frísk, at familjan hevur tað gott, og at vit sleppa snikkaleys av við koronu.
Gevur tú eitt nýggjárslyfti?
- Eg havi ongantíð havt nýggjárslyftir, tí um eg nú ikki megni at halda tey, eru tey einki verd.