Havið sæst aftur sum ein afturvendandi íblástur til málningarnar hjá listakvinnuni Hjørdis Mose Bayn á framsýning, sum letur upp í Smiðjuni í Lítluvík í dag
?Havið undir mínum vindeyga? er heitið á framsýningini hjá listakvinnuni Hjørdis Mose Bayn í Smiðjuni í Lítluvík.
Við heitinum sipar listakvinnan til sina kenslu av sterkum tilknýti til havið, hóast frástøðuna frá landi og vindeyganum.
Hjørdis Mose Bayn er kend fyri at meistra nógvar ymsar máliteknikkir.
Á framsýningini í Smiðjuni fær áskoðarin høvi at síggja olju og akvarel málningar umframt nakrar heilt sermerktar mosaikkollagur. Eisini verða dømi um kynstrið hjá listakvinnuni at mála á flísar at síggja á ovara hædd í Smiðjuni.
Hjørdis Mose Bayn er útbúgvin sum myndlistakvinna í Keypmannahavn, umframt at hon hevur fingið sær víðari útbúgvingar í Fraklandi og á universitetinum í Wien.
Framsýningin verður at síggja í døgunum 22. til 27. august frá klokkan 10.30 til 20.00.