Havið skotvápn við

Tíðindaskriv frá Føroya Sjómannadegi

Í samband við vatnkríggj sum verður á vánni fríggjakvøldið, hevur sjómannadagurin gjørt allar bátarnar út við vatnkanónum. Men fyrireikararnir heita eisini á børnini, um sjálvi at gera seg út við vatnrevolvarum og vatnballónum. Síðsta ár deildu vit vatnballónir út á bryggjuni, men soleiðis verður ikki í ár. Vit hava sett vatnkanónir umborð allar bátarnar, men fyri at tað skal verða so stuttligt sum til ber, so eru øll vælkomin at brynja seg við vápnum, siga fyrireikararnir