FÓTBÓLTUR
Trégoier, Frankaríki: Eftir stuttu venjingina í gjárkvøldið, vóru menn rættiliga skjótir at busta gaggurnar reinar, fáa sær ein vatnsopa og so gekk leiðin oman í bussin, sum bíðaði eftir teimum.
Øðrvísi var tó við toppskjúttanum á føroyska landsliðnum. Rógvi Jacobsen, ið ikki hevur verið partur av landsliðnum í meiri enn eitt ár orsaka av skaða, brúkti rættiliga langa tíð um at strekkja út.
Klaksvíkingurin ger alt fyri at sleppa undan skaðum – og ræðist eisini at verða skaddur aftur beinanvegin – men gleðin um at vera við aftur á landsliðnum er tað, sum fyllir mest hjá Rógva Jacobsen.
Hetta kennist gott! Eg havi verið burturfrá í so langa tíð nú, at eg havi longst eftir hesum, greiðir Rógvi Jacobsen frá.
Spakuliga seinastu tíðina hevur hann arbeitt seg aftur á vøllin. Men tað sá svart út í eina tíð.
– Fyri tveimum mánaðum síðani, tá eg ikki fekk spælt, hevði eg als ikki roknað við hesum. Tí kennist tað eyka gott at vera við aftur, sigur Rógvi Jacobsen.
Tekur ongar kjansir
Gleðin um at vera við aftur ger eisini, at Rógvi Jacobsen vil gera alt fyri at sleppa undan einum nýggjum skaða.
– Tá tú hevur verið skaddur so leingi sum eg, situr skaðin sjálvsagt í bakhøvdinum í eina tíð. Av tí sama eri eg varin og strekki nógv út, og ansi betri eftir enn fyrr, fortelur Rógvi Jacobsen, sum kortini leggur dent, at nú hann er við, so er tað tí, at hann er 100 prosent klárur.
– Eg havi spælt fleiri dystir á tamb og eri 100 prosent frískur. Eg eri eisini komin fyri at spæla og vóni tí, at eg sleppi upp í part, staðfestir klaksvíkingurin, ið kortini ikki metir seg vera sjálvskrivaðan á liðnum.
– Vit eru 22 mans, sum kappast um at byrja inni. Eg eri komin við nú árið nærkast endanum, so eg eigi einki pláss.
Arnbjørn hóttir
Spurdur beinleiðis, um hann kennir seg hóttan av Arnbjørn Hansen, sum skoraði í seinasta landsdysti, er svarið greitt.
– Ja, tað er eg. Sum nú er, eiga teir menninir, sum skoraðu og vunnu seinast, plássini. So má eg bara stríðast og arbeiða fyri at fáa mítt pláss aftur, sigur toppskjúttin á føroyska fótbóltslandsliðnum.










