Jóan Símun Edmundsson varð stóra hetjan, tá hann skoraði einsamalla málið í 1-0 sigrinum á Grikkalandi í Athen. Jóan Símun viðgongur, at hann onkuntíð hevur hugt eftir málinum umaftur. Tó er tað brendi møguleikin seinast í fyrra hálvleiki, sum hann hevur hugt mest eftir.
Hoyr samrøðuna við Jóan Símun Edmundsson við at trýsta á pílin undir myndini
- Tú kanst ikki lata vera við at hyggja eftir málinum umaftur onkuntíð, men eg havi hugt kanska oftari eftir Brenda møguleikanum. Kanska eri eg bara innstillaður so, men eg hyggi eisini eftir teimum tingunum, ið ikki riggaðu fyri at kunna gera tað betri, sigur Jóan Símun Edmunddson.
Jóan Símun greiðir eisini frá hví hann metir, at skiftið til Vejle var tað rætta fyri hann, hóast felagið ikki hevur havt tað so lætt fíggjarliga.