Havið regnklæðini við á Summarfestival

DMI væntar eina váta byrjan upp á Summarfestivalin.

Vikuna á tamb, hava veðurforsagnirnar ikki lovað nakað serligt veður á Summarfestivalinum, og tað tykist tíanverri óbroytt, nú festivalurin fer av bakkastokki í kvøld. Sambært donsku veðurstovuni verður nógv, og støðugt regn.

 

Eitt lágtrýst, 1.005 hPa, vestanfyri Føroyar ferðast eystureftir og leggur seg á landnyrðingspartin á middegi í morgin. Eitt brúgvalag kemur yvir Føroyar við nógvum avfallið, og ferðast somuleiðis eystureftir og landnyrðingi.

 

Gul til stívt andøvsgul (5-10 m/s) av útsynningi og suðuri, stundum upp í ein strúk (11-14 m/s), men í nátt lot til andøvsgul (3-8 m/s).

 

Fríggjamorgun veksur hann um vindin, og sum frálíður, andøvsgul upp í ein strúk av norðuri. Tað verður samdrigið og støðugt regn, og hitalagið um níggju og 12 stig.

 

Seinnapartin fríggjadagin verður turt eitt skifti, og síðani verður eitt sindur av regni um kvøldi og leygarmorgun. Tó skuldi verið turt og sólglottar leygardagin.