Havi ongantíð verið burtur á ólavsøku

- Eg eri sera glað fyri, at ein partur av ólavsøkuni nú er komin niðan aftur í býin, sigur Katrin Karlsdóttir Johansen. 

 

- Ólavsøkan er at vera saman við familju og vinum, sigur Katrin Karlsdóttir Johansen. 

Fert tú á ólavsøku?   

 

- Ja, sjálvandi fari eg á ólavsøku. Tað er hæddarpunktið á árinum. Eg elski ólavsøkuna, og eg havi ikki verið eina einastu ólavsøku burtur úr Havnini.

Tað sigur Katrin Karlsdóttir Johansen. 

Hvussu heldur tú so ólavsøku í ár?  

- Ólavsøkan byrjar við, at eg fari til morgunmat hjá beiggja mínum, Kára í Vørðsluni. Síðan fara vit til setanina og kappróðurin. Annars, so verður tað oman og niðan, tivoli og ballónir við ommubørnunum. Ólavsøkan er at vera saman við familju og vinum.

Hvat er tað besta við ólavsøkuni?  

-Tað er setanin og kappróðurin. Annars at hitta fólk og práta. 

Hon sigur, at henni dámar eisini sera væl at standa á Vaglinum beint áðrenn felagssangin á midnátt og lurta eftir Frelsunarherinum, og tá Njál og hini syngja "Tíðin rennur sum streymur í á" er hetta nakað heilt serstakt. Og so midnáttarsangurin sjálvandi eisini.

Er okkurt serligt, tú minnist frá ólavsøkuni?  

- Ein ólavsøku, sum eg minnist serliga væl, var í 1980. Vit vunnu ólavsøkuróðurin og høvdu frammanundan vunnið allar hinar róðrarnar eisini og vóru sostatt føroyameistarar. 

Hon vísir á, at tær eisini vunnu Útvarpsteypið við fullum stigatal hetta árið. 

- Vit stóðu eisini til at vinna steypið, sum Niclas í Koltri læt fyri vakrasta áralag. Lutakast bleiv millum okkum og dreingirnar á Svani av Skála, um steypið. Men, her var Svanur tann hepni og fekk Koltursteypið.  

Hvat kundi verið øðrvísi við ólavsøkuni?   

- Eg veit ikki, hvat kundi verið øðrvísi. Eg haldi sum heild, at ólavsøkan er fín, sum hon er. Eg eri sera glað fyri, at ein partur av ólavsøkuni nú er komin niðan aftur í býin. Eg haldi, at hetta er hugnaligari, enn tá alt var á Skálatrøð, sigur Katrin Karlsdóttir Johansen.

 

- Ólavsøkan er at vera saman við familju og vinum, sigur Katrin Karlsdóttir Johansen.