- Havi ongantíð kent meg strongdan

- Eg gevist ikki sum slaktarameistari í Miklagarði og flyti til Danmarkar, so leingi eg kann vera virkin, sigur Jørgen Jørgensen.

Kendi slaktarameistarin í SMS, Jørgen Jørgensen og konan Birte, eiga tveir synir. Michael, sum er hin yngri, arbeiðir eisini í Miklagarði og hevur arbeitt her í fleiri ár. Hin eldri, sum kallast Henrik, býr og arbeiðir í Danmark sum forritari.

 

Hjúnini eiga hús í Danmark og Birte, sum búði í Føroyum og arbeiddi her í fleiri ár, er síðan hon flutti niður aftur til Danmarkar av og á komin heim til Føroya at loysa av í SMS, eins og Jørgen eisini tekur sær tíð til at verða í Danmark við jøvnum millumbilum. Í Danmark hevur Birte arbeitt í Føtex.

 

- Jú, eg havi trivist væl í Føroyum, og tað gjørdi kona mín eisini. Gjøgnum so mong ár hava vit eisini vinfólk í Føroyum. Hevði eg ikki trivist so væl her í mínum arbeiði sum slaktarameistari, hevði eg heldur ikki havt verið tað mesta av mínum arbeiðslívi í SMS.

 

Í september fyllir slaktarameistarin 68 ár, og hann sigur, at hann ætlar sær at halda fram so leingi, sum heilsan er í lagi og so leingi, sum hann heldur tað vera stuttligt.

 

- Eg gevist ikki sum slaktarameistari í Miklagarði og flyti til Danmarkar, so leingi eg kann vera virkin, tí í Danmark fái eg ikki tíðina at ganga. Eingin veit, hvussu leingi heilsan verður, og tað nyttar einki at ganga og hugsa um tað, sigur hann.

 

Slaktarameistarin sigur, at hann elskar at koma til arbeiðis, og soleiðis hevur hvør einasti dagur verið øll hesi meira enn 40 árini. Tað hevur verið stuttligt øll árini. Tó minnist hann, at handilin hevði avbjóðingar undir kreppuni fyrst í nítiárunum, tá ringar tíðir vóru í Føroyum, og tey júst høvdu havt stóra útbygging í SMS.

 

Jørgen Jørgensen vísir á, at øll, sum hava livað nóg leingi, vita, at tað gongur báðar vegir, men kemur tú burtur úr einari slíkari avbjóðing sum í nítiárunum, verður tú sterkari enn frammanundan. Hann sigur, at nógv hevur verið at tikist við øll hesi ár, men hann hevur ongantíð kent seg strongdan.