Havi nógv eftir at geva

Eg eri ikki tilreiðar at gevast, sigur Maud Wang Hansen, ið stillar upp aftur til valið sum forkvinna í Føroya Pedagogfelag.

Val stundar til í Føroya Pedagogfelag og nýggjur formaður skal veljast.

 

Maud Wang Hansen skeyt valstríðið í gongd í lesarabrævið í gjár og við Rás 2 sigur hon, at hon metir seg enn hava nógv at geva.

- Eg eri ikki tilreiðar at gevast og haldi ikki, at neyðugt er at lata nýggjar kreftir koma til, so leingi sum áræði og kreftir eru til at halda á við tí arbeiði, sum er.

 

Sjálv metir hon, at Føroya Pedagogfelag er vorðið eitt munandi meiri sjónligt fakfelag í samfelagnum, og hava tikið nógv mál upp hesa tíðina.

 

Lurta eftir allari samrøðuni við Maud Wang Hansen við at trýsta á pílin undir myndini.