Havið nóg stórt hall

Fyrrverandi formaður í Búskaparráðnum tekur undir við teimum, sum halda, at tað almenna eigur at hava nóg stórt hall, nú kreppan herjar Hermann Oskarsson og Jóannes Jacobsen hava bárðir sagt sína hugsan um ætlaða sparipakkan hjá fíggjarmálaráðharranum. Og nú legst Johnny í Grótinum afturat kórinum, sum vil hava landið at nýta nóg mikið av peningi.

Við Sosialin í kvøld sigur Johnny í Grótinum, at tað er heilt burturvið at halda, at eitt hall upp á hálva milliard á fíggjarlógini setir kredittvirðið hjá Landskassanum upp á spæl.

- Tað er heilt burturvið at siga, at ein skuldabyrða av hesi støddini fer at seta okkara kredittvirði í vanda. Tvørturímóti kann kredittvirðið hjá landinum fáa óbótaligan skaða, um landsstýrið nú setur ein tálmandi politikk í verk, tí sum búskaparliga støðan er nú, er tað í andsøgn við alt búskaparfrøðiligt vit og skil, sigur Johnny í Grótinum.

Hann vísir á, at í dag hevur landið eina nettoogn á umleið eina milliard

krónur.

- Við einum undirskoti upp á eina milliard í 2010 og eina milliard í 2011,

kann landið fáa eina nettoskuld á eina milliard krónur, sum svarar til sløk

8% av Bruttotjóðarúrtøkuni.

- Hetta kann á ongan hátt skaða okkara kredittvirði, soleiðis sum búskaparstøðan er nú, sigur Johnny í Grótinum millum annað í samrøðuni við Sosialin.