Tað undrar formann Javnaðarfloksins Jóannes Eidesgaard almikið, at Jógvan Arge, sitandi varaborgarstjóri í Havn, biður um time-out frá samgonguni við Javnaðarflokkin. Ikki minst, tí hann leggur formann floksins undir at hava tosað niðrandi um Tjóðveldi.
- Sjálvandi greiddi eg landsfundinum frá, hví CHE- samgongan slitnaði. Í hesum sambandi undirstrikaði eg, at álitið á Høgna Hoydal var rokið. Samstundis legði eg stóran dent á, at samstarvið við tingmanningina og landsstýrisfólkini var fyrimyndarligt, sigur Jóannes Eidesgaard, sum ikki skilur, hví Jógvan Arge nú kemur upp við hesum.
Jóannes Eidesgaard undrast eisini á, at Jógvan Arge brúkar hetta høvi til at samanbera landspolitikk við kommunalpolitikk.
- Tað skilji eg ikki, tí hvørki Høgni Hoydal ella eg hava nakað sum helst við býráðssamstarvið í Tórshavnar Kommunu at gera. So her dregur Jógvan Arge eina skeiva niðurstøðu.
Heðin Mortensen, borgarstjóri, finst at formanni Javnaðarfloksins, tí hann á landsfundi floksins fegnaðist um góða úrslitið á kommunuvalinum. Til hetta sigur Jóannes Eidesgaard, at:
- Nú var tað Javnaðarflokkurin, sum hevði landsfund. So sjálvandi nevni eg fína valúrslitið á kommunuvalinum. Álvaratos, tað er bara veruleikin, sigur Jóannes Eidesgaard, sum er á veg til Íslands.
Jóannes Eidesgaard hevur onga viðmerking til, at Jógvan Arge eisini heldur Heðin Mortensen taka sær ov nógvan heiður fyri politikkin hjá samgonguni í býráðnum.
- Eg haldi, at hetta er at skapa eitt problem, sum ikki er til, sigur Jóannes Eidesgaard, formaður Javnaðarfloksins.